Bogi bar byrðarnar brosandi
Til minnis um Boga Gaard Joensen
30. oktober 2014 andaðist Bogi Gaard Joensen, 62 ára gamal.
Hjartað orkaði at enda ikki meira eftir eina størri skurðviðgerð. Men hjartað hevði eisini hýst og rúmt so nógvum ígjøgnum tað alt ov stutta lívið hjá Boga.
Tað hevði brunnið fyri heimbygdini Skopun og fólkinum har. Tað hevði fevnt blídliga um familjuna, øll systkinini, teirra familjur og um vinir og felagar. Tað hevði sligið eymliga fyri dóttrini Maibritt, abbabørnunum og versoni. Og tað hevði dukað hart og inniliga fyri Bergtóru og tí heimi og felagsskapi, ið tey fingu saman í Sørvági.
Hjartað hevði Bogi somuleiðis frá ungum árum lagt í sín stóra áhuga og sítt ótroyttiliga stríð fyri teimum frælsu Føroyum og tess drívmegi at skapa nýggjar vinnumøguleikar, byggja samstarv við onnur lond, skapa somu rættindi hjá øllum fólki og at síggja ótaldar møguleikar í tí ríka tilfeinginum og mentanini í landinum.
Bogi var kokkur, sjómaður og hevði annars fjølbroyttar vinnuroyndir. Hann starvaðist fyri Fiskasøluna í mong ár, har hann millum annað varð sendur til Hirtshals og til Grønlands at arbeiða og búgva.
Serliga legði hann sín alsk til Grønlands og til tað grønlendska fólkið. Hann sá stórar møguleikar í øktum vinnuligum og mentanarligum samstarvi millum Føroyar og Grønland ??? og yvirhøvur í at binda londini og fólkini í Norðuratlantshavi saman. Í 80???unum heitti hann saman við øðrum á Føroya landsstýri um at taka upp nógv sterkari samstarv við Grønland við vinnuligum ætlanum og ítøkiligum verkætlanum. Og nú Løgtingið í 2012 viðgjørdi uppskot um at stovna føroyska sendistovu í Grønlandi, var hann íðin at stuðla við royndum, ráðum og hugskotum.
Mær untist at kenna og samstarva við Boga í Tjóðveldisflokkinum. Og at kenna hann væl. Hann var hollur og heilur stuðul við einum óbroytandi og smittandi bjartskygni. Ikki var hann samdur í øllum, sum flokkurin gjørdi. Men sum hann segði, so er einum flokki als ikki lív lagað ella meining givin, um øll eru samd um allan ítøkiligan politikk og allar avgerðir.
Hann visti og vildi, at ein flokkur og ein rørsla sum Tjóðveldi skal vera ein bráðpanna av ymisleika, fjølbroyttum fólki og sterkum meiningum, ið hittast og brýnast og flyta hvørt annað. Hann var trúgvur sum trøllið mótvegis hugsjónini og grundvirðunum. Men segði frá, um hann var ósamdur við eitthvørt og kom við íblásandi uppskotum um ábøtur og framtøk.
Bogi var ein originalur. Eitt vítt fevnandi menniskja, ið savnaði fólk og helt samband við fólk. Og hann fylgdi væl við fólki. Vit tosaðu í telefon saman fleiri ferðir um vikuna, og hann hevði altíð okkurt nýtt og áhugavert at siga frá og viðgera.
Hann spenti øgiliga víða og fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum ??? úti sum heima ??? og var ein belisin og djúphugsin maður. Hann var rúmligur, víðskygdur, skemtingarsamur, hittinorðaður og eisini stundum ein spiloppmakari.
Á árliga flokstinginum hjá Tjóðveldi í Sandavági í mars mánaði í ár, var Bogi mitt í rokinum og hjálpti Vága Tjóðveldisfelag við fyrireikingum, matgerð og veitslu. Og í veitsluni fekk hann okkum øll at flenna, so tárini runnu ??? at okkum sjálvum, og eftir skemtisøgum úr Skopun, Vágunum og úr øllum heiminum.
Bjartskygnið, vónin og viljin til at ganga fram, stóðu eisini fremst, tá ið Bogi tíverri seinnu árini av lívsskeiðnum gjørdist álvarsliga sjúkur. Hóast støðugar sjúkrahúsvitjanir, dialysu, heilivág, pínu og hjáárin, so fann hann onkusvegna megina til at vera lívsglaður og útvendur.
Tá ið hann var í dialysu á Landssjúkrahúsinum fleiri ferðir um vikuna, undirhelt hann øllum á deildini har og prátaði um politikk, fiskiskap, slekt og heimsstøðuna við øll, ið hann hitti. Har lá hann eisini og hugsaði nýggjar og bjartar tankar, sum hann ikki var seinur at bera øðrum.
Sjálvsagt hevur nógv bylting verið innan í honum og tungar og strævnar løtur, sum bert tit allarnæstu veruliga hava sæð og kent saman við honum. Men fyri okkum at síggja, bar Bogi byrðarnar brosandi.
Tosaði við hann dagin fyri, at hann skuldi undir skurðviðgerðina í hjartanum. Hann gav mær eitt nýtt telefonnummar, ið kundi brúkast, meðan hann var innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum. Tá var bjartskygnið stórt, og hann skemtaði og tosaði um nógv annað, enn sína egnu støðu. Tíverri fekk eg bert eina samrøðu við hann á tí nýggja telefonnummarinum.
Vikurnar undan hevði hann ??? hóast heilsustøðan versnaði og sjónin var nær um farin ??? skrivað fleiri lesarabrøv um politikk og samfelagsviðurskifti við bæði broddi, hugsjónum, prikum og skemti. Ella sum Bogi sjálvur orðaði tað á sínum klingandi skopunarmáli: ???Eg havi skrivað og útgivið ein artikkul???.
Nú stendur Bogi skrivaður í okkara minni, huga og hjørtum. Og har fer hann ongantíð burtur. Hansara lyndi, persónligheit, hugsjónir, bjartskygni og virðir fara at liva og vaksa víðari millum okkara.
Vit fara at sakna teg sáran, Bogi. Vit eru errin og fegin um at hava kent teg. Og tá ið vit koma saman í politiskum felagsskapi, í orðaskiftum, í veitslulag og dagligum práti, fara vit at senda tær mildar tankar og heiður ??? og at fortelja góðar søgur um teg og frá tær.
Størstur er sjálvsagt saknurin hjá tykkum Bergtóru, Maibritt, abbabørnum, systkjum og familjum tykkara.
Vit senda tykkum djúpastu samkenslukvøður. Og vóna, at tit finna ugga og troyst í øllum tí, sum Bogi var og legði eftir seg í lívinum.
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald