Fyrradagin, 22. mai, var aðalfundur hjá Fjarhitafelagnum, og var Bogi Andreasen valdur sum nýggjur formaður.
Tað eru SEV og Tórshavnar Kommuna, sum eiga Fjarhitafelagið, og báðir partar hava tríggjar limir í nevndini. Nevndin situr fýra ár í senn, men eftir tveimum árum skiftur formansessurin.
Suni Jcobsen hevur verið formaður seinastu tvey árini, og í gjár var tað so Tórshavnar Kommuna, sum átti tørn. Valið fall á Boga Andreasen. Suni Jacobsen er nú næstformaður, og nevndarlimir eru Hákun Djurhuus, Jónsvein Hovgaard, Tróndur Sigurðsson og Jákup Dam. Varalimir eru Turið Horn og Heri Mortensen.
Sera nógv virksemi er í Fjarhitafelagnum, og tað eru alsamt fleiri, sum leggjast afturat netinum. Nógvar stórar verkætlanir eru í gongd, og byrjað verður upp á fleiri í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald