2018-09-20 07:31

Í gjár var ein sera stór venjing á flogvøllinum í Vágum, har spælt var at eitt flogfar var niðurdottið. Millum tey ið tóku lut í stóru venjingini var bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways, bert 10 minuttir eftir at hon var liðug við sín part av venjingini fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at eitt ferðafólk hevði fingið trupuleikar.
Talan var um ein útlendskan ferðamann, sum hevði fingið trupuleikar á gongutúri millum Saksun og Tjørnuvík. Góðar 20 minuttir eftir at MRCC hevði fingið boðini hevði tyrlan fingið ferðamannin umborð á tyrluni, og flutti hann síðani á flogvøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald