2018-06-23 10:03

Klokkan 08:25 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein mann av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
MRCC sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti seg í Skopun klokkan 09:01, har hon fekk mannin umborð og flutti hann til Havnar. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 09:13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald