JN

Boð eftir bjargingartyrluni í gjárskvøldið

...

2019-03-17 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 23:00 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur á Suðuroynni hevði brúk fyri at sleppa á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti seg í Froðba klokkan 23:39 har hon fekk persónin umborð, og fór síðani norð á Landssjúkrahúsið við persóninum. Klokkan 00:07 í nátt var persónurin komin á Landssjúkrahúsið.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder