Ongantíð áður hava so nógv fólk brúkt Býarbókasavnið í Havn sum í 2015, tá ið talið av vitjandi øktist við heilum 16 prosentum úr 119.000 upp í 138.500. Hetta stendur millum annað at lesa í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Býarbókasavninum.
Longdar upplatingartíðir væl móttiknar
Helst eru fleiri orsøkir til positivu gongdina á Býarbókasavninum, eitt nú hevur tað munað væl, at upplatingartíðirnar í 2015 vórðu víðkaðar við 22 tímum um vikuna, og at bókasavnið síðan tá hevur havt opið hvønn dag í vikuni. Upplatingartíðirnar eru nú mánadag til hósdag frá kl. 9-21, fríggjadag frá kl. 9-18, leygardag frá kl. 10-16 og sunnudag frá kl. 14-17.
Fleiri børn og ferðafólk
Flestar vitjanir vóru í mars og í summarmánaðunum. Ein partur stavar frá ferðafólki, sum vitjaðu í sambandi við sólarmyrkingina, og teimum, sum vóru við mongu stóru cruiseskipunum í summar. Ein stórur partur stavar frá ólavsøku, tá ið Býarbókasavnið og kaféin høvdu opið, og fleiri tiltøk vóru. Eisini sæst barnavalið, sum var hildið í sambandi við løgtingsvalið, aftur í økta talinum av vitjandi í august.
Nýggj tilboð til lesandi
Umframt broyttu upplatingartíðirnar, sólarmyrkingina og barnavalið, vóru eisini fleiri nýggj tilboð til lesandi, bæði ung og vaksin. Í desember bjóðaði Býarbókasavnið lesandi umstøður at lesa í, og í apríl varð farið undir lektiuhjálp á Býarbókasavninum, serliga ætlað ungum í framhaldsdeild og miðnámi. Eisini skipaði kvøldskúlin fyri kvøldskúlaskeiði á bókasavninum í heyst, og ein roynd varð eisini gjørd við føroysktundirvísing fyri útlendingar.
Støðugt útlán og fleiri lánarar
Hóast ein lítil øking sæst í talinum av skrásettum lánarum og í talinum av lánarum, sum nýttu sítt lánarakort í árinum, stendur samlaða útlánið av bókum og øðrum útlánstilfari at kalla í stað í 2015 í mun til 2014. Hetta er ein broyting í mun til undanfarin ár, tá útlánið hevur verið støðugt lækkandi. ??tlánið av e-tilfari var í 2015 4% av samlaða útláninum móti einans 1,6% í 2014.
Góða gongdin heldur fram
Samanumtikið kann sostatt staðfestast, at góða gongdin hjá Býarbókasavninum seinastu árini heldur fram, og at tørvurin á einum vælvirkandi og rúmligum býarbókasavni í miðbýnum í Havn ongantíð hevur verið størri. Ársfrágreiðingin kann lesast í síni fullu longd á www.bbs.fo.
Býarbókasavnið í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald