Fyrispurningur um trygd á arbeiðsplássum, settur Johan Dahl, landsstýrismanni
(§ 52a spurningur, at svara skrivliga).
1. Hvussu nógv álvarsom óhapp og vanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum á landi seinastu tvey árini?
2. Hvussu nógv er hetta, í mun til undanfarin ár?
3. Metir landsstýrismaðurin, at trygdin á arbeiðsplássunum er nóg góð?
4. Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum nóg gott?
5. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin at ásetingarnar í lógini um Arbeiðsumhvørvi verða hildnar?
6. Hvat verður gjørt til tess at tryggja rættan hugburð til trygd á arbeiðsplássunum?
7. Hvussu verður tryggjað, at nóg góð kunning verður givin arbeiðstakarum um arbeiði, sum kunnu vera vandamikil, umframt um amboð, kemisk evni og annað, sum kunnu viðføra álvarsamar skaðar?
Viðmerkingar
Javnan er at frætta um óhapp á arbeiðsplássum. Við hvørt er talan um vanlukkur, sum geva álvarsom mein og tíverri hava eisini deyðsvanlukkur verið.
Seinastu árini er játtanin til Arbeiðseftirlitið (sum síðani 2011 er partur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni) heilt nógv skorin. Hetta hóast fakfeløg og onnur staðiliga hava ávarað ímóti at niðurraðfesta eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum.
Játtanin til Arbeiðseftirlitið var í 2008 4,7 milliónir, men var í fjør komin heilt niður í 2,8 milliónir, og sostatt minkað við nærum tveimum milliónum hesin árini. Størsti niðurskurðurin hendi í sambandi við samanleggingina. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, skjýtur landsstýrismaðurin upp at uppraðfesta arbeiðseftirlitið við 410 000 kr, sum bøtir, tó at fíggjarligu karmarnir framvegis eru munandi trengri enn fyri fáum árum síðani.
Flestu føroysku fyritøkur taka vónandi trygdina á arbeiðsplássinum í størsta álvara. Tó tykist hetta ikki í nóg stóran mun at vera galdandi allastaðni.
Á vári 2013 samtykti Løgtingið víðfevndar broytingar í lógini um Arbeiðsumhvørvi. Vitan og kunning er ein ógvuliga sentralur partur av tí at fyribyrgja óhappum og arbeiðsvanlukkum. Í so máta er lógin sera greið, eitt nú verður staðfest í §13: arbeiðsgevarin skal við leiðbeining og gjølla eftirliti vissa seg um, at arbeiðið við atliti at skaða- og heilsuvanda verður gjørt fult forsvarliga.
Í §14: Arbeiðsgevarin skal kunna arbeiðsfólkini um teir vanlukku- og heilsuvandar, ið møguliga eru tengdir at arbeiði teirra.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal eisini síggja til, at arbeiðsfólkini fáa neyðuga upplæring og leiðbeining í at gera arbeiðið so vandaleyst, sum yvirhøvur gjørligt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldur arbeiðsgevarans, sbrt. stk. 1
Neyðugt er, at arbeiðseftirlitið hevur orkuna at gera eitt nóg munadygt fyribyrgjandi arbeiði.
Á Løgtingi 22.oktobur 2014
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald