Politikkur

Bjørt spyr um sølu av føroyskum kjøti

...

2014-12-09 03:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur um sølu av føroyskum kjøti, settur Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.

1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar, tá undantøkini at selja føroyskt kjøt í handlum og matstovum fer úr gildi í juni 2015?

2. ??tlar landsstýrismaðurin á nakran hátt at broyta lógina, fyri at styrkja menningina av føroysku matvinnuni? Um ja, á hvønn hátt?

3. Hevur arbeiðsbólkurin, sum settur varð at arbeiða við matvinnumenning og matvørutrygd gjørt nakað tilmæli um hvussu til ber at tryggja framhaldandi sølu av føroyskum kjøti og menning av matvinnu okkara?

4. Um nei, hvør er orsøkin til, at tilmælið ikki er komið?

Viðmerkingar

Um fáar mánaðir fer úr gildi undantakið í matvørulógini, sum ger, at handlar og matstovur kunnu selja føroyskt kjøt, sum ikki er framleitt undir løggildum viðurskiftum. Tað merkir, at frá juni 2015 skal føroyskt neyta- og seyðakjøt, ætlað at selja í handlum og matstovum, verða slátrað og turkað í løggildum hølum og hjallum.

Hetta elvir til stúran í matstovuvinnuni, hjá bóndum og borgarum fyri, at tað kann fara at skaða menningina av føroysku matvinnuni, tí útboðið verður skert, ov eintáttað og avmarkað.

Durasøla ??? tað er, at fólk sjálvi keypa beinleiðis frá bóndum, fer tó framhaldandi at vera júst sum í dag.

Fyri at lýsa hesa avbjóðing, setti Landsstýrismaðurin í januar ein arbeiðsbólk at viðgera spurningar um matvøruframleiðslu úr føroyskum neyta- og seyðakjøti. Í bólkinum vóru umboð fyri kokkayrkið, Bóndalfelagið, ??toyggjafelagið umframt Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiliga Starvsstovuna. Bólkurin skuldi koma við einum tilmæli í apríl, men einki hevur verið alment at frætta um hetta.

Spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at loysa eyðsýniligu avbjóðingarnar og hvat er komið burturúr arbeiðinum hjá bólkinum, sum varð settur at lýsa avbjóðingarnar.


Á Løgtingi 8. desembur 2014

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder