Vinna

Bjartskygdur boðskapur á aðalfundinum

...

2014-11-28 18:00 Author image
placeholder

Nevndin í SEV legði bjartskygda frágreiðing fram á aðalfundinum á Hotel Føroyum í dag. SEV er vorðið grønari síðani seinasta aðalfund, og harumframt er elfelagið vorðið búskaparliga sterkari


- Elfelagið er vorðið grønari, síðani vit sóust seinast, og elfelagið er eisini vorðið búskaparliga sterkari hetta seinasta árið, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, í frágreiðingini frá nevndini á aðalfundinum hjá SEV í dag.

Hann vísti á, at vindmyllulundin í Húsahaga hevur stundum saman við vatnorkuni lyft SEV væl upp um 60 prosent elframleiðslu úr varandi orkukeldum, síðani myllurnar vóru bundnar í netið. Allan oktober framleiddi SEV 75 prosent burtur úr vatni og vindi. Málið er í fyrstu atløgu, at í øllum førum 60 prosent av árligu framleiðsluni komandi árini skulu stava frá vatni og vindi, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030.

Elfelagið er eisini vorðið búskaparliga sterkari hetta seinasta árið. Sambært framskrivingum hjá leiðsluni fer SEV at hava 54 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum í ár, um alt gongur sum ætlað restina av árinum.

Nevndin sigur í frágreiðingini, at úrslitið er nøktandi, men tað er eisini neyðugt, eftir at SEV í fleiri ár á rað hevur havt hall, samstundis sum stórar íløgur við tilhoyrandi lántøku standa fyri framman, ið eisini krevja eina munandi eginfígging. Í fíggjarætlanini fyri 2015 verður roknað við 37 milliónum krónum í yvirskoti.

Avlopið hjá SEV kann brúkast til at veita fígging til nógvu avbjóðingarnar fyri framman. Tað er eitt nú íløgur í fleiri grønar orkukeldur og til útbyggingar av oljuriknu verkunum, sum framhaldandi verða okkara tiltakstrygd í nógv ár afturat, tó at málið er 100 prosent grøn elorka í 2030.

Avbjóðingin hjá SEV er framvegis veitingarskylda og støðug streymveiting øðrumegin ??? og grønar útbyggingar, umhvørvisvernd og sveiggjandi oljuprísir hinumegin. Men tess grønari vit verða, tess minni er oljan ein búskaparlig hóttan ímóti SEV og harvið føroyska samfelagnum, tá ið talan er um elorku, staðfestir nevndin í SEV í frágreiðingini til aðalfundin.

- Tað er hugaligt at taka saman um og kunna staðfesta, at vit av álvara hava lagt okkum á grønu kósina frameftir. Tað er grønt fyri framman, og dagskráin er fjølbroytt, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður. Hann vísti á, at vaksandi eftirspurningurin eftir elorku kann í roynd og veru sigast at vera ein størri avbjóðing í dag enn nakrantíð áður, tí samstundis sum framtíðar eltørvurin økist við nógvari ferð, skulu vit halda grønu kósina og málið um 100 prosent grøna elorku í 2030.

- SEV liggur í løtuni á einum alduryggi, og gongdin er góð. Men tað er eisini nú, meðan vit hava nógva orku, vit skulu seta røttu málini og brynja okkum til komandi samfelagsligar aldudalar, sum tá ið av tornar ikki gerast so djúpir, tí vit nevniliga megnaðu at seta framsøkin mál, staðfesti Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, í frágreiðingini til aðalfundin.

Frágreiðingin frá nevndini kann lesasther.

Kelda: SEV.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder