2020-10-23 16:50
Bjarni Prior, eri 47 ára gamal, uppvaksin í Miðvági og búsitandi í Sandavági, tlf 533000
Eri giftur við Heidi og vit eiga 3 børn ið eru 9, 14 og 17 ár.
Arbeiði hjá MEST sum verkætlanarleiðari, og havi seinastu 10 árini arbeitt innan verkætlanarleiðslu, bæði uttanlands og heima.
Míni hjartamál eru:
At eitt vælvirkandi ungdómshús við starvsfólki, skal vera í báðum teimum størru bygdunum, ið kann savna okkara ungdómin í tryggum kørmum.
Ítrótturin skal hava góðar karmar, og týdningarmikið er at virða alt tað sjálvbodna arbeiðið, ið borgarar leggja í okkara ungdóm.
Tekniska økið skal skipast væl betur, nýggjar útstykkingar skulu handast byggiklárar, og óskilið við verandi vegakervi skal fáast uppá pláss sum skjótast.
X við Borgaralistan
X við Bjarni Prior
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald