Mentan

Birgit Arge leggur frá sær sum skúlastjóri

...

2016-02-27 17:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Røða frá hátíðarhaldi í Hoyvíkar Skúla fríggjadagin 26. Februar, tá ið Birgit Arge legði frá sær sum skúlastjóri í 13 ár, og sum starvsfelagi í skúlanum í 36 ár

Ein eldsál leggur frá sær

Góða Birgit. Nú er longu nógv sagt á hesum hátíðarhaldi, nú tú leggur frá tær sum skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla.

Men um persónligheitir, sum dedikera sítt lív til eina so týðandi uppgávu, sum at geva okkara børnum og ungum tann besta førningin við víðari í lívinum, er altíð meira at siga, meira at viðurkenna og meira at takka fyri.

Og góða Birgit, tú hoyrir veruliga til tey fáu, sum burturav hevur ognað títt lív fyri, at ættarlið eftir ættarlið kunnu hyggja aftur á síni fólkaskúlaár við gleði og umhugsni, og sum kunnu staðfesta, at barnaskúlaárini í Hoyvíkar Skúla vóru góð og lærurík ár.

Og hetta eru ikki bara tílík orð, sum eiga at verða søgd við tílík høvi. Eg veit hvat eg tosi um, tí báðar døturnar hjá mær hava gingið síni barnaskúlaár her, og høvdu tá í mong ár okkara dagligu gongd í Hoyvíkar skúla, meðan Birgit var í vælmaktini. So hetta er veruleikin.

Títt blíða, róliga og fyrikomandi lyndi hevur uttan iva mangan sissað nógv, bæði lærarar, foreldur og næmingar. Og tá er útgangspunktið fyri at koma víðari altíð gott.

Vit sum eru bæði foreldur, ommur og abbar, og sum harafturat sum politikarar varða av, at skúlaskipanin riggar - vit hava persónum sum tær nógv at takka. Og tað vil eg fegin nýta hetta høvi til í dag ??? at takka tær so hjartaliga fyri, at tú hevur tikið hetta tørnið. ??sjálvsøkið og virðiliga.

Vit báðar eru nokk so javngamlar ??? tú nøkur fá ár eldri enn eg, og vit hava børn (sum nú eru vaksin), og sum hava eitt langt og ríkt vinalag aftanfyri seg. Eisini sum mamma hevur tú verið ein fyrimynd. Altíð latið títt heim upp fyri øllum tí sjáldsama, sum børn og ung finna uppá. Og tað kunnu vit ásanna, at tað hevur verið gott.

Vit hava eisini samstarvað á Skúlabókagrunninum í sambandi við, at tú hevur skrivað undirvísingartilfar, serliga við atliti til ávegis skriving. At skriva er eitt fak og ein førleiki, sum nógv, bæði børn og vaksin, ræðast, men sum er av so stórum týdningin. Hetta at kunna festa á blað tað, sum mann hevur uppá hjarta, og at onnur kunnu skilja tað, sum verður skrivað ??? og eisini kunnu fáa eina uppliving ella eina avbjóðing burturúr tí.

Uttan eldsálir sum teg, sum vilja laða skúlabókavarðan saman við øðrum, høvdu vit einki føroyskt skúlaverk. Tí undirvísingartilfarið er kanska nógv meiri grundleggjandi fyri ein góðan skúla, enn tey flestu geva sær far um.

So eisini tað vil eg fegin takka tær fyri.

Og eg vil her at enda vóna, at tú tekur pennin upp aftur, nú tú fert at leggja frá tær sum skúlastjóri. Tað er brúk fyri tí. Og vit vita frá øllum tí sum tú hevur skrivað, at tað liggur væl fyri.

So góða Birgit, sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs vil eg ynskja tær alt tað besta, nú tú fert at taka upp annan tátt.

Og sum sagt vóni eg, at tað fyri ein part verður við penninum, at tú fert at brúka tína tíð.

Takk fyri og góða eydnu.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder