Politikkur

Birgir Nielsen bjóðar seg fram fyri Fólkaflokkin

...

2019-02-24 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Birgir Nielsen er 52 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur, og hann eigur og rekur ráðgevingarfyritøkuna Nira. Birgir Nielsen hevur áður starvast bæði í føroysku fíggjarvinnuni og øðrum vinnufyritøkum, har han hevur starvast sum ráðgevi, leiðari og stjóri, umframt at han hevur sitið í fleiri nevndum síðstu mongu árini.

- Eg havi fingið nógvar áheitanir síðstu tíðina, og tí havi eg tikið av at stilla upp fyri Fólkaflokkin.Eg vóni sjálvandi at fáa eitt gott val persónliga, men tað hevur sanniliga eisini týdning fyri meg at vera við til at reka eitt valstríð fyri Fólkaflokkin, so vit fáa borið Fólkaflokkin úr andstøðu og inn í eina nýggja samgongu, sigur Birgir Nielsen, valevni hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval.

Birgir Nielsensigur, at vilji og dirvi til broytingar eigur at eyðkenna eina nýggjari samgongu við Fólkaflokkinum sum stjórnarberandi flokki. Eitt nú kunnu nevnast broytingar í fiskivinnupolitikkinum, pensjónspolitikkinum, og skatta- og avgjaldspolitikkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder