Politikkur

Bill hevur sett Henrik spurningar

...

2016-11-14 17:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

1. Ásetingarnar í ávikavist §7 og §17 í lógini um Arbeiðsloysisskipan og Barsilsskipan eru so at siga eins. Men fyri persónar, sum eru umfataðir av Nordisk konvention om social sikring umsita hesir báðir stovnar hvør á sín hátt. Hvør av hesum stovnum fyrisitur rætt?

2. Tá ein kærunevnd hevur givið einum borgara viðhald og viðkomandi almenni stovnur hevur boðað borgaranum frá, at stovnurin tekur avgerðina frá kærunevndini til eftirtektar og metir málið endaliga avgreitt, er máli so endaliga avgreitt?

Viðmerkingar

Ítøkilig dømi eru um, at Arbeiðsloysisskipanin og Barsilsskipanin ikki umsita eins fyri løntakarar, sum hava fingið frítøku fyri at gjalda til Folketrygden (NAV) eftir Nordisk konvention om social sikring.

Tá lóggávan um Arbeiðsloysisskipan og Barsilsskipan er so at siga eins, tykist hetta sera undarligt. Niðanfyri eru ll. nr. 113/1997 (ALS) og ll. nr. 48/2001 (BAS) samanbornar:

§ 7. Gjaldsskyldugir til Arbeiðsloysisskipanina eru

1) allir persónar, sum móttaka A-inntøku og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár,

2) øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

§ 17. Barsilsgjald skal rindast eftir stk. 2-4, og §§ 18 og 19....

Stk. 2. Gjaldskyldug smbrt. stk. 1 eru

1) øll, sum fáa A-inntøku, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og

2) øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

Viðmerkjast kann, at hugtakið A-inntøka stavar frá og er nágreinað í §57 í ll. nr. 86/1983 (Skattalógin), og at TAKS hevur staðfest, at inntøkan hjá hesum løntakarum er ikki A-inntøka.

Báðir hesir stovnar eru ábyrgdarøki hjá Landsstýrismanninum í Samferðslumálum, tí má Landsstýrismaðurin kunna siga, hvør av hesum stovnum umsitur rætt.

Kærari fult viðhald

Omanfyrinevndi umsitingarligi munurin hevur verið fyri hjá Kærunevndini fyri Arbeiðsloysisskipanina, har kærarin fekk fult viðhald í, at talan er ikki um A-inntøku.

Kærarin hevur fingið fráboðan frá Arbeiðsloysisskipanini um, at Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina tekur avgerðina frá Kærunevndini til eftirtektar, og Arbeiðsloysisskipanin metir hetta mál vera endaliga avgreitt.

Arbeiðsloysisskipanin hevur hóast hesa fráboðan eftirsíðani stevnt kærara í nevyt sama máli.

Á Tingi hin 14-11-2016

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder