
27 mars til 4. apríl skipar Betri fyri bilkvøldum kring landið, har tú fært forkunnuga vitan um bilkeyp.
Tiltøkini verða í Tórshavn, Klaksvík, Miðvági, Tvøroyri og Saltangará.
Á tiltøkunum verður millum annað høvi at hoyra ídnu bilserfrøðingarnar, Halleluja Sofus og Magnus Gunnarsson, greiða frá góðum ráðum um bilkeyp. Skalt tú hava nýggjan ella brúktan bil? Skal bilurin vera umhvørvisvinarligur? Og hvat hevur tú ráð til?
Eisini kaga vit í framtíðina við Terja Nielsen, menningarleiðara í SEV. Hvørjar bilar kunnu vit vænta okkum í framtíðini?
Á hvørjum tiltaki hevur tú møguleikan at vinna eitt gávukort á 5.000 kr. frá Magn ella Effo.
Vælkomin á bilkvøld hjá Betri hesar dagarnar:
Tórshavn
27. mars í Smæruni kl. 19.00 til 21.00
Klaksvík
28. mars á deildini hjá Betri kl. 19.00 til 21.00
Miðvági
2. apríl á deildini hjá Betri kl. 19.00 til 21.00
Tvøroyri
3. apríl á Seglloftinum kl. 19.00 til 21.00
Saltangará
4. apríl á deildini hjá Betri kl. 19.00 til 21.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald