
Ert tú eitt eldhugað og samstarvssinnað starvsfólk, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum
tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum
eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Dagtilboð okkara, Ivanshús hevur til endamáls at skapa neyðugar karmar fyri heimabúgvandi
borgarar, soleiðis at hesi kunnu verða saman við øðrum aldrandi borgarum í einum gevandi felagsskapi.
Endamálið er eisini stuðlandi, á tann hátt, at borgarar í Vágum kunnu búgva heima
sum longst. Fyri at náa hesum endamáli, stuðla vit borgarum í at varðveita sínar førleikar sum longst. Hetta verður gjørt við at stimbra borgarar likamliga, sálarliga og sosialt.
Søkt verður eftir:
- Bilførara/hjálparfólki í tíðaravmarkaðum fulltíðarstarvi frá 1. mai 2021 ??? 30. apríl 2022 við møguleika fyri leingjan
Førleikakrøv
- Koyrikort er eitt krav
Uppgávur:
- At koyra borgarar til og frá dagtilhaldinum í Ivanshús
- At koyra døgurða frá heiminum á Sýnini heim til borgarar
- At koyra borgarar til og frá venjing á heiminum á Sýnini
- Uppgávur inni á Ivanshús, so sum at vera um, hjálpa og stimbra borgarum, sum ganga á dagtilhaldinum.
- Aðrar praktiskar uppgávur í samband við Ivanshús.
Vit vænta at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Saman við okkum ynskir at øll sum koma í Ivanshús fáa ein
meiningsfullan gerandisdag
- Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar,
samstarvsfelagar og avvarðandi
- Tolir broytingar og er opin fyri nýggjum avbjóðingum
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum
- Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini ið at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara á tlf. 793211 ella til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:
Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur ella til teldupost [email protected]
Viðmerk: ???Bilførari/hjálparfólk til Vesturvón???.
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2021.
Vesturvón tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald