
Vága kommuna søkir eftir einum fólki at røkja skúlabarnakoyring, við einum barni, millum Miðvág og Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er kl. 7.00 - 9.00 allar gerandisdagar, sum eru skúladagar. Teir dagar og tíðarskeið, tá skúlin hevur frí, er eingin koyring.
Kommunan hevur bil tøkan til endamálið. Bilurin hevur støð í Miðvági.
Umsøkjarar
Umframt at hava koyrikort til vanligan persónbil og reina revsiváttan, skalt tú vera fyrikomandi og álítandi. Royndir frá arbeiði við børnum er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt, og løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímalønin er 133,79 svarandi til 1.337,90 fyri eina vanliga viku (10 tímar).
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunustjóran á tlf. 794408.
Umsøkn og freist
Umsóknir við revsiváttan og møguligum viðmælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31.01.2020 kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast til [email protected] ella til:
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald