2021-04-08 14:28

Tað er nógv jarðrok tá ið alini ganga, tá er eisini ringt at koyra.
Á Hálsi í Sandavági hevði ein bilur rent seg fastan, fyri løtu síðan, hann forðaði tí øðrum bilum at koyra, tað stóðu einir 15 bilar tí og bíðaðu, til hesin eini bilurin fekst leysur aftur, ein gravkúgv var ikki langt frá, tí kann roknast við, at tað er aftur koyrandi nú.
Ein skrivar á Koyrilíkindi:
Sera ring koyrilíkindi á Hálsi í Sandavági beint nú. Man sær so at siga onki, um tað ikki var fyri bilverjuna, so hevði eg ivaleyst koyrt útav.
Man sær ikki mótkoyrandi bilar, fyrr enn teir koyra framvið - so minnist til at tendra ljósini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald