Mentan

Bíbliufelagið hevur limafund í Klaksvík 12. apríl

...

2016-04-11 12:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00 í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttekur, landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, á fundinum.

Skráin fyri limafundin er sambært viðtøkum felagsins við frágreiðing frá arbeiðinum og fíggjarviðurskiftum. Limir hava møguleika at koma við spurningurm og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bíbliufelagnum.

Andakt við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og forseta í Bíbliufelagnum.

Nýggj og spennandi tíðindi frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS).

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ber fram heilsu og sigur nøkur orð.

Eisini verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.

Eftir limafundin sigur Hilda Viderø frá um stuðul frá Bíbliufelagnum til Bíbliur á Filipsoyggjunum og í Pakistan.

Sangur við Tórhild Bjarkhamar og Ingu Jensen. Eisini syngur kórið í Christianskirkjuni.

Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins:www.biblia.fo.

Hjartaliga vælkomin!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder