Vinna

Betri Trygging: Yvir 11.000 fingu endurgjald í 2019

...

2020-04-29 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársúrslitið hjá Betri Trygging í 2019 vísti eitt avlop á 65,1 mió. kr. eftir skatt. Góða úrslitið stavar í stóran mun frá íløgum, felagið hevur gjørt í virðisbrøv, frá øktum kundaskara og tryggingarinntøkum.

11.100 tryggingartakarar fingu endurgjald fyri skaða. Hetta eru 300 fleiri enn í 2018. Árið var merkt av fleiri miðalstórum skaðum, umframt at tað vóru nakað fleiri eldsbrunar enn vanligt.

- Náttúran í trygging er soleiðis, at vit vita ikki frammanundan, hvørjar skaðahendingar fara at koma í árinum. Henda støða er onkursvegna eisini galdandi í løtuni, nú samfelagið er merkt av nógvum spurningum og broytingum. Tað er tí sera hugaligt at staðfesta, at okkara felag er bæði sterkt og trygt og tí væl brynjað til at taka ímóti framtíðini, nú tað í ár hevur 80 ár á baki, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Solvensurin hjá felagnum var 271% við ársenda 2019. Hetta vísir, at Betri Trygging er ein sterk fyritøka.

- Felagið hevur eina langa søgu innan tryggingarvirksemi og drúgvar royndir við skaðatilburðum í føroyska samfelagnum. Og vit eru sera fegin um at kunna byggja á hetta grundarlag, sum kemur bæði kundunum og fyritøkuni til góðar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Árið í stuttum

  • Ársúrslit: 65,1 mió.kr.
  • Tryggingargjøld: 397,2 mió.kr.
  • ??tgoldnar veitingar: 239,3 mió.kr.
  • Solvensur: 271%
  • Eginogn: 674,1 mió.kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder