BETRI TRYGD FYRI ARBEIÐST??K OG VINNUNA
Fólk, sum eru rakt av arbeiðsloysi, mugu fáa betri trygd í ALS. Tey eiga at verða javnsett við tey, sum nú fáa útgjald eftir nýggju koronaserreglunum. Og enn eitt trygdarnet má spennanst undir vinnuna, so gjaldførið ikki svíkir og harvið møguleikin, at svara hvørjum sítt og koma igjøgnum koronakreppuna.
NEYÐUGT TRYGDARNET
Fyri lítlari viku síðani vóru vit við til at lyfta ein hjálparpakka frá landsstýrinum gjøgnum Løgtingið, hvørs mál var at binda fyri hópuppsøgnum av starvsfólki í privatu vinnuni, og at lofta smáum sum stórum vinnufyritøkum her og nú. Vit stuðlaðu landsstýrinum, tí neyðugt var at bera skjótt at. Og neyðugt verður eisini at standa saman um fleiri hjálparátøk. At javnseta tey, sum hava mist og missa starv sítt, og at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir privatu vinnuni, og harvið arbeiðspláss í túsundatali, má vera millum næstu stigini.
F??LK Í ARBEIÐSLOYSI MUGU FÁA EINS G??ÐA TRYGD
Í stuttum førir broytingin í ALS við sær, at tey, sum nú koma í skipanina, kunnu fáa upp til 20 000 kr um mánaðin, um tey kunnu vísa á, at tey missa inntøku orsaka av Korona. Hetta fevnir um tey, sum eru í starvi hjá privatum arbeiðsgevara, og verða heilt ella lutvíst send heim í eina tíð. Hetta er eisini galdandi fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, einmansfyritøkur og íverksetarafyritøkur, sum eitt nú virka í ferðavinnuni, og sum kunnu vísa á, at tey missa inntøku.
Tey ???vanliga??? arbeiðsleysu eru eins hart, um ikki enn harðari, rakt av koronakreppuni. Tað er ikki lætt, fyri ikki at siga ógjørligt, at finna nýtt starv í løtuni. Og fíggjarliga grundarlagið hjá hesum samfelagsbólki er longu munandi skert.
Tey, sum vóru so óheppin at koma í ALS, áðrenn broytingina, ella sum nú verða uppsøgd og fara í ALS, eru ikki fevnd av nýggju serreglunum og hægra útgjaldinum í ALS, men mugu fylgja gomlu reglunum. Hetta merkir eitt inntøkuloft uppá 17 500 kr um mánaðin. Tað er ikki ???bara??? 2500 kr minni um mánaðin. Tí hjá hesum verður útgjaldið roknað beinleiðis eftir miðal inntøku í undanfarna árið (tað verður ikki gjørt eftir eftir serreglunum), og trekt verður fyri halgidagar. Ein stórur partur av teimum, sum eru uttan arbeiði, fáa munandi minni enn tær 17 500 kr um mánaðin. Summi kanska bert 8000 ella 10 000 kr um mánaðin - tað er snøgt sagt ikki gjørligt at liva fyri, hevur tú hús og familju at forsyrgja.
Tað er neyðugt, at hesi, sum eru arbeiðssleys, fáa javnsett rættindini, og at tey hava nokk at liva av. Tey kunnu koma til at verða uttan arbeiði øðiliga nógv longri, enn upprunaliga væntað.
Hetta er ein av fleiri tættum, sum landsstýrið má fylgja upp nú, sum skjótast.
FLEIRI ÁT??K í SAMSTARVI
Tað er avgerandi og neyðugt, at landsstýrið frameftir arbeiðir sera tætt saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ??? fakfeløgunum, vinnuni, bankunum ??? um komandi trygdarskipanir fyri samfelag og búskap okkara. Og landsstýrið eigur beinanvegin at taka allar flokkar við í hetta arbeiði.
Koronakreppan er heimsfevnandi, og tí er tað ikki bara ein spurningum um, hvussu leingi koronvirusið herjar og verið-heima-sóttarreglurnar eru galdandi. Tað er ein spurningur um, hvussu drúgv tíð gongur, til búskaparligu brotasjógvarnir, í einum sínamillum tengdum heimi, leggja seg.
Í sambandi við viðgerðina av ALS-málinum, ásannaði vinnunevndin at fleiri ivamál vóru, og heitti í álitinum á landsstýrið um ???í tøttum samstarvi við allar flokkar á tingi at meta um lógina og fáa gjørt neyðugu broytingarnar, tá avleiðingarnar av lógini síggjast, og stundir hava verið at viðgera meira nágreiniliga tørvin hjá ymisku vinnubólkunum og teimum starvfólkum, sum hava brátørv á hesum trygdarneti.???
FÍGGJARLIGA GRUNDARLAGIÐ UNDIR ALS TRYGGJAST
Funnist hevur verið at, at farið er í ALS eftir pengunum til trygdarnet undir privatu vinnuni. Og tann krititikkurin er væl skilligur. MEN. Varð einki gjørt, so høvdu meginparturin av hesum fólkunum, sum nú fáa pening úr ALS í eina tíð, kortini fingið pening úr ALS ??? tí tey høvdu verið uppsøgd! Pengarnir kundu, og kunnu framvegis, takast aðrastaðni frá, og politisku flokkarnir eiga at semjast um at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ALS. Tíðin við arbeiðsloysi kann gerast drúgv. Sjálv stúri eg ikki so illani fyri, at flokkarnir fara at svíkja ALS. Eingin flokkur við síni fullu fimm hevur ikki skilt týdningin av, at hava eina sterka arbeiðsloysisskipan, sum loftar fólki, tá arbeiðsloysi er.
Vónandi fer álvarsama støðan at føra til, at eingin longur ivast í, hvussu lívsneyðug skipan ALS er fyri borgarar og samfelag okkara, og at øll við gleði vilja verða partur av henni.
24. mars 2020
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald