Politikkur

Betri skil má fáast á ferðavinnuna

...

2019-08-08 15:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er av stórum týdningi, at tað almenna leggur tryggar og greiðar karmar fyri ferðavinnuna. Ongin ivi er um, at ferðavinnan undir skipaðum viðurskiftum fer at gerast eitt stórt íkast til føroyska búskapin.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri kring allan heim ??? sagt verður, at ferðavinnan er skjótast vaksandi vinnan í heiminum yvirhøvur.

Føroyar hava ikki ráð til at missa stóra møguleikan fyri fíggjarligum avkasti av ferðavinnuni.

Føroyar er eitt lítið land og okkara náttúra er viðbrekin.

Ferðavinnan má ti skipast soleiðis, at ferðafólk kenna seg vælkomin, samstundis sum vit hava greiðar og gjøgnumskygdar leiðreglur fyri, hvussu og hvar tey kunnu ferðast í náttúruni .

Visit Faroe Island hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði at marknaðarføra Føroyar. Ferðavinnnan hevur notið gott av hesum.

Gongd er komin í hotellbygging, og líkt er til, at tað eisini fer at bera til at leingja tiðarskeiðið, tá ferðafólkini koma hendavegin.

Við vaksandi ferðafólkatalinum er rætturin at fara burtur í haga vorðin viðkomandi, har spurningur nú verður reistur um aldargomlu siðvenjuna hjá føroyinginum at fara í fjøllini. Og tað er stórt spell.

Galdandi skipan hevur ongantíð volt trupulleikar í gerandisdegnum. Tað er neyvan nakar føroyingur, sum hevur kent seg útihýstan frá haganum. Og soleiðis skal tað eisini vera.

??kta ferðingin í høgunum, nú ferðavinnan er alsamt vaksandi, ger, at tað er neyðugt at fáa dagførdar leiðreglur.

Politiska atgerðarloysið á økinum hevur við sær, at eingin samskipan er, sum ásetur reglur fyri virkseminum burtur í haga. ??rslitið er, at hvør ræður sær, og summi øki nú vera avbyrgd, á øðrum verða gjøld kravd, meðan aðrastaðni er eingin skipan galdandi.

Vi eru snøgt sæð á veg í ein hurlivasa av ymsum skipanum, har útlendsku ferðafólkini, sum annars eru vælkomin higar, og vanligi føroyingurin tíverri verða javnsett. Hetta ger, at flestu føroyingar fara at kenna seg fyri missmuni, tá tey ynskja at njóta okkara vøkru náttúru.

Her má koma vend í.

Landsstyrið, ognarar og festarar mugu tí skjótast finna saman og skipa viðurskiftini.

Tað ber ikki til at øll handla hvør i sínum lagi. Tað er heldur ikki gott hugskot at leggja avgjøld á ferðavinnuna. Men tað er í lagi, at vit krevja pening frá ferðafólkunum, tá hesi vitja ávís støð.

Ognarmenn og bóndur kunnu eisini gera síni støð atkomulig og meira attraktiv, við at gera gøtur, sum tey ferandi kunnu nýta. Upphæddin, sum verður kravd frá ferðafólki má vera rímulig og skal peningurin skal sjálvandi fara til lokalu økini, sum eisini mugu takast við uppá ráð, tá ferðavinnutilboð verða bjóða teimum ferandi.

Vit mugu hava ein ferðavinnupolitikk, eftir hesum leisti:

at tað almenna stuðlar undir, at menna Føroyar sum eitt ferðavinnuland ??? vit mugu fyrireika okkum og gera klárt at taka ímóti ferðafólkinum, so hesi eisini kenna seg vælkomnin

at inntøkurnar frá ferðavinnuni eisini skapa arbeiði og inntøkur i lokalu økjunum - eftir almennum meginreglum, soleiðis at ferðavinnan kring landið verður skipað eftir sama leisti

at landsstýrið, ognarmenn, bóndur og aðrir eigarar , í semju gera ein leist fyri, hvussu økini verða bjóðað fram og hvussu innkrevjingin av peningi verður handfarin ??? um neyðugt skal hetta gerast í lóg

at ávís øki verða lýst sum verndarøkir (nationalar parkir) har tað almenna fær heimild at seta serligar reglur fyri nýtsluna av økinum, soleiðis sum vit kenna tað í øðrum londum.

Christian Andreasen

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder