Vinna

Betri Banki: Enn ein av tryggastu bankunum í ríkinum

...

2020-03-27 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Betri Banki er framhaldandi millum tryggastu peningastovnar í danska kongaríkinum, og gjaldførið er sera gott. Solvensurin er nú uppi á 26,9%. Hetta vísir roknskapurin hjá bankanum fyri 2019.

???2019 var eitt búskaparliga gott ár í Føroyum, og úrslitið hjá bankanum er merkt av hesum, umframt at vit fingu bøtt um okkara grundrakstur. Men fyri at leggja upp fyri nýggjum fíggjarkrøvum frá myndugleikunum umframt møguligum avleiðingum av korona-farsóttini, verður onki vinningsbýti hesaferð latið til móðurfelagið. Vit eru heppin at hava tolnar eigarar, sum hava eitt øðrvísi og hægri endamál við síni íløgu enn bara at forvinna pengar,??? sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

"??rslitið á góðar 100 mió. kr. verður í staðin nýtt til at tryggja bankan, so møgulig búskaparlig sveiggj ávirka kundar okkara sum minst,??? sigur Jean Djurhuus.

Sum føroyskur SIFI-peningastovnur hevur Betri Banki, saman við hinum SIFI-peningastovninum í Føroyum, tó fingið munandi herd kapitalkrøv frá myndugleikunum ??? krøv, ið eru væl harðari enn krøvini til líknandi danskar bankar. Talan um avbjóðandi krøv, bæði í mun til lønsemi og útlánsvirksemi. ??kt kapitalkrøv gera, at tað verður dýrari at reka bankan, og at møguleikarnir at veita ávísum kundum fígging verður avmarkað. Bankin hevur í fleiri umførum heitt á føroysku myndugleikarnar at umhugsa, hvørt so umfatandi kapitalkrøv eru neyðug til rakstur av peningastovnum í Føroyum, og serstakliga í hesum døgum, tá tað er ein stór avbjóðing at halda samfelagshjólini malandi.

Betri Banki er partur av størsta føroyska fíggjarsamtakinum, Betri, sum kundarnir eiga. Fíggjarsamtakið umsitur m.a. Betri Stuðulsgrunnin, sum nýtir partar av yvirskotinum í Betri at veita stuðul til føroyska samfelagið.
Árið í stuttum:

·Ársúrslitið: 102,8 mió. kr.

·??rslitið áðrenn skatt: 124,8 mió. kr.

·Fíggjarstøðan javnvigar við 9.387 mió. kr.

·??tlán: 6.297 mió. kr.

·Innlán: 7.414 mió. kr.

·Eginpeningur: 1.723 mio.kr.

·Solvensurin við árslok er 26,9%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder