
Fyri at minka um vandan fyri smittu við Corona-virusi, kunnu kundar ikki longur koma á gátt á deildum okkara komandi vikurnar. Alt virksemið heldur tó fram sum áður, og allar tænastur verða veittar. Vit hava mannað upp á okkara kundatænastu, so vit hava eyka kreftir at veita tær tænastur, sum tit hava tørv á.
Flestu banka- tryggingar- og pensjónsviðurskifti kunnu avgreiðast talgilt ella umvegis telefon.
Banki
Vanligastu bankaørindini hjá kundum í avgreiðslum okkara kunnu fremjast talgilt ella umvegis telefon. Tú kanst stovna kontur, bíleggja kort, stovna og strika flytingar, avgreiða jarðarferðarkort og umbiðja skáa umvegis netbankan ella við at ringja inn.
Lániskjøl kunnu undirskrivast talgilt umvegis netbankan ella latast inn í okkara postkassar. Samskifti viðvíkjandi lánisakum kann vera við telduposti ella telefon. Fundir við ráðgevan kunnu haldast sum telefonfundir.
Reiðan pening kunnu tit fáa í sjálvtøkunum heldur enn inni á deildunum ??? eisini evrur í teimum flestu. Sjálvtøkurnar verða sóttreinsaðar javnan.
Inngjøld av reiðum peningi kann bíða. Stórar upphæddir kunnu latast í náttarboks/postkassa.
Um tú ivast, so ring ella skriva til okkara, so hjálpa vit tær.
348 000 /[email protected]
Trygging og pensjón
Allarflestu tænastur og skjøl kunnu avgreiðast umvegis app, teldupost og telefon.
Sera nógv ringja í hesum døgum, og tað gevur bíðitíð. Tí er tað skjótast og lættast at brúka okkara tryggingar-app fyri at fráboða skaðar. Les meiri um appinaher.
Um tú ivast, so ring ella skriva til okkara, so hjálpa vit tær. Eftir arbeiðstíð svarar telefonin hjá tryggingini kl. 18-20 gerandisdagar og kl. 10-12 um vikuskiftið.
348 600 /[email protected]
348 700 /[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald