Effie Campbel:
Besta myndin
Einaferð vóru tað ein pápi og ein sonur, sum vóru ógvuliga góðir hvør við annan. Teir samlaðu listaverk, málningar av fínasta slagi, og teir frøddust, hvørja ferð teir høvdu keypt sær enn ein virðismiklan málning til savn sítt. Dýrir málningar av Picasso, van Gogh, Monet og mongum øðrum prýddu veggirnar í hesum ríkmansheimi.
Hesin gamli einkjumaðurin var ógvuliga nøgdur, tí at hann sá, at einasta barn hansara gjørdist ein kønur listasavnari. Gløggu eyguni í soninum og góðu handilsevni hansara fingu pápan at bretta sær á av stoltleika, tá ið teir vóru úti í heimi og keyptu nýggj listaverk.
Tá ið veturin kom, brast kríggj á, og hesin ungi maðurin fór heimanífrá at tæna landi sínum. Tá ið nakrar vikur vóru farnar, fekk pápin tey tungu boðini, at sonur hansara eftir eitt álop ikki spurdist aftur í aftur. Pápin bíðaði spentur eftir at frætta nýtt; men hann stúrdi fyri, at hann fór ikki at síggja son sín aftur. Nakrir fáir dagar gingu, so gjørdist óttin veruleiki. Ungi maðurin var deyður.
Tungur í huga og einsamallur sat hin gamli maðurin og hugsaði við sorg um teir komandi jóladagarnar. Gleðin um høgtíðina, sum hann og sonurin høvdu sæð fram til, var ikki longur til staðar.
Jólamorgun vaknaði hesin sorgarbundni maðurin, av tí at onkur bankaði upp á dyrnar. Tá ið hann gekk móti hurðini, mintu allir málningarnir á veggjunum hann um sonin, sum ikki kom heim aftur.
Ein hermaður stóð uttanfyri við einum stórum pakka í hondini. Hann heilsaði og segði: ???Eg var vinmaður við son tygara. Hann bjargaði mær, tá ið hann doyði. Kann eg sleppa inn? Eg havi okkurt at vísa tygum! Eg eri listamaður, og eg havi eina gávu til tygara!???
Tá ið hann hevði fingið pappírið uttan av gávuni, sá gamli maðurin, at hetta var ein málningur av soni hansara. Tað var skilligt, at hetta var einki stórt listaverk, men andlitsbrøgdini í soninum vóru so meinlík. Pápin gjørdist ógvuliga rørdur. Hann takkaði hermanninum og lovaði, at myndin skuldi sleppa at hanga á einum sera góðum staði, uppi yvir kaminini.
Tá ið hermaðurin var farin, fór gamli maðurin beinanvegin at hanga myndina upp. Ein annar dýrur málningur, sum hekk har, varð fluttur, og nýggja myndin av soninum hongd í staðin. Jólaaftan sat pápin í einum stóli og hugdi at myndini av soninum. Hann skilti, at sjálvt um sonurin ikki var longur hjá honum, so fór lívið hjá dronginum at halda á í teimum menniskjum, hann hevði verið í samband við. Skjótt fekk hann eisini boð um, at sonurin hevði bjargað fleiri tíggjutals særdum hermonnum.
So við og við, sum pápin frætti, hvussu djarvur sonur hansara hevði verið, fór tann faðirligi stoltleikin og gleðin at lætta um sorgina. Málningurin av soninum gjørdist skjótt tað kærasta, hann átti. Henda myndin bar av øllum. ??ll heimsins listaverk vóru sum einki at rokna longur. Hann segði grannum sínum, at hetta var størsta gávan, hann nakrantíð hevði fingið.
Várið eftir gjørdist gamli maðurin sjúkur og doyði. ??ll í listaheiminum bíðaðu nú spent. Sambært arvabrævinum hjá manninum skuldu allir málningar hansara seljast á einari uppboðssølu um jóltíðir, sjálvan dagin, tá ið hann hevði fingið ta stóru gávuna.
Skjótt kom dagurin, og listasavnarar úr øllum heiminum komu, so teir sluppu at bjóða upp á nakrar av heimsins mest eftirspurdu myndum. Dreymir teirra kundu ganga út henda dag - at sleppa at eiga heimsins størsta listasavn. Uppboðssølan byrjaði við einum málningi, sum ikki stóð á ynskisseðlinum hjá nøkrum savnara. Tað var málningurin av soninum hjá tí gamla manninum. Uppboðshaldarin segði, at nú kundu fólk fara at bjóða. ???Hvør vil byrja við 100 dollarum???? spurdi hann.
Minuttirnir gingu, eingin segði nakað. Aftast úr høllini rópti onkur: ???Hvør leggur nakað í handa málningin? Hatta er jú bara ein mynd av soni hansara! Latið okkum leypa hana um og byrja við tí, sum av sonnum hevur virði!??? Fleiri tóku undir við honum.
???Nei,??? segði uppboðshaldarin, ???vit skulu selja henda málningin fyrst. Latið meg hoyra: Hvør vil hava sonin????
At enda segði ein vinur hjá tí gamla manninum: ???Kann eg fáa málningin fyri 10 dollarar? Eg eigi ikki meir. Eg kendi drongin, so mær hevði dámt at fingið myndina við heim.???
???Er onkur her, sum vil bjóða meir???? rópti uppboðshaldarin. Tá ið ein løta var farin, segði hann: ???Fyrstu, aðru, triðju ferð - selt!??? Og hamarin fall.
Lógvabrestirnir hoyrdust um alla høllina, og onkur rópti: ???Latið okkum so byrja, so vit sleppa at bjóða upp á hesar listaskattirnar.
Uppboðshaldarin hugdi út yvir fólkið og segði, at nú var uppboðssølan liðug. Summi mótmæltu og róptu: ???Hvat meina tygum? Vit eru ikki komin at fáa ein málning av soninum hjá tí gamla manninum. Hvat verður nú av øllum hesum málningunum? Her inni er list fyri nógvar milliónir dollarar! Kunnu tygum gera so væl at greiða okkum frá hesum????
Uppboðshaldarin svaraði: ???Tað er ógvuliga einfalt. Sambært arvabrævinum hjá tí gamla manninum er tað soleiðis, at tann, sum tekur ímóti soninum, fær alt.???
Boðskapurin um Guds kærleika er hin sami - størsta gleðin hjá Faðirinum er Sonurin, sum gav lív sítt at frelsa onnur. Ein og hvør, sum tekur ímóti Soninum, fær alt.
Effie Campbell umsetti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald