2020-04-03 08:11

Tað eru nú í alt 179 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4653 kanningarúrslit.
Landslæknin er komin eftir, at tað í gjár av røttum skuldu verið 178 og ikki 177 persónar, sum høvdu fingið staðfest smittuna.
Sostatt er ein persónur staðfestur smittaður afturat seinasta samdøgnið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Les eisini: 91 føroyingar staðfestir frískir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald