Politikkur

Bergun Kass helt røðu á eldradegnum

...

2017-09-29 13:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu áhoyrarar!


Lítli Kristjan visti hví nøkur fingu grátt hár - "tað er fyri at vit skulu síggja, at tey eru gomul," segdi hann.

Jú, vit hava hug at trekkja uppá smílibandið, men eru vit so nógv øðrvísi.

Nei, vit brúka 67 fyri at vita, nær fólk eru gomul.

67 er blivid vegamótid.

Frá einum degi til annan verða fleiri bólkað sum útgingin. ??tgingin á arbeidsmarknadi, útgingin í starvsfólkahópi, útgingin til starvsfólkaútferðir og jólabordhald.

??tgingin sum vitandi og íblásturgevandi. Ella bara útgingin.....pensionistur.

Tú kennir svarini, men tú fært ongar spurningar

Bara fyri at hugleida um vidurskifti, sum onkursvegna bara eru so, og uttan at vit spyrja ella finnast at.

Eg haldi, at her fer ov nógv til spillis.

Í dag er minni munurin á fólki, um tey eru fimti ella sjeyti, og uttan at henda røða skal blíva politisk, má eg í hesum samanhangi vísa á, at vit síggja sera virknar landssttýrismenn yvir 67, sum ikki er bara ein hissini uppgáva.

"Fá tær eitt frítíðarítriv, meðan tú ert ungur og sum tú kanst detta á, tá tú blívur gamal, siga vit."

Og tá hugsa vit um modellbygging, postalínsmáling, maskinbinding og so framvegis.

Einki galið við tí.

Men hvat við allari vitanini, øllum royndunum, øllum sjónarmiðjunum, øllum mistøkunum, sum tey ungu skuldu læra av?

Hetta er eisini evni, sum ST hevur sett sum tema fyri altjóða eldradagin. Hvussu kunnu vit fáa gagn av royndum teirra eldru, teirra tilfeingi og íkasti til framtíðarsamfelagið?

--

Eitt annað, sum blívur ein mátistokkur fyri um fólk eru ung ella gomul, er teldan ella tøknin.

Tøknin hjálpir í samskifti, í greinan av viðurskiftum, til rutinuuppgávur og annað, men sjálv tøknin kemur íkki ístaðin fyri vísdóm, hugburð til viðurskifti ella meting um uppgávurnar eru rættar, neyðugar og framárættaðar.

Til hetta seinna krevst ár á baki ??? lívsroyndir, vitan og evni at hugsa og meta um.

Og er tøknin bara av tí góða?

Hvussu nógv tilfar man liggja í skriviborðskuffum, tí tað var lætt tøkniliga at framleiða, og tøknin, sum skuldi verða amboðið, tóktiskt at blíva málið í sjálvum sær, tí fólkini dámdu og megnaðu at arbeiða við tøkni. Men í fleiri førum bleiv verkætlanin ikki til nakað, testirnar blivu ikki til nakað, kanningarnar blivu ikki til nakað, tí restin fylgdi ikki við ??? fólkini at hugsa arbeiðið inn í samanhang, at seta arbeiðið í gongd, politikkarar, sum skuldu taka støðu og so framvegis. Fyri samfelag og arbeiðspláss nógvir burturspiltir pengar.

Og tí hugsi eg tøknina við minussum og plussum. Og tí havi eg eisini hug til at seta eldri upp ímóti yngri, tí tíðarrákið og arbeiðskrøvini í ov stóran mun hava gjørt tøknina til avgerandi og til ein skilna millum fólk og bólkar ??? millum yngri og eldri.

Har, eg haldi, at sunn fornuft og tankavirksemi mátti víkja.

Har eldri fólk hava hildið yngri verið klókari, tí hesi tøkniliga og framføringsliga hava havt ein fyrimun.

Har eldri hildu seg aftur við at meina, koma við hugskotum, vera kritisk, tí tey hildu, at hini yngru, sum dugdu tøknina, máttu vera klókari.

Ja, har okkara eldru blivu líkasæl, máttleys og uppgevandi ???

Og dugdi tøknin at samskifta, dugdi tøknin at meta um hvønn hon vendi sær til ella dugdi tøknin ???menniskjamál???, sum onkur pensionistur tekur til? Hvussu síggja brøvini út, uppgerðirnar ??? frá Telé, frá Sev, frá bankunum, frá tryggingarfeløgum?

Royni, við mínari røðu, at biðja um atfinningar, eftirmetingar, orðaskifti og kjak um hvørja ífyllu og leiklut tøknin skal hava og royni at kasta ljós á eina stóra slagsíðu.

Samstundis sum eg vóni, at seinnu fyrilestrarnir um hetta sama evnið, fara at vera frá tí ljósaru síðuni.

Sum hóast alt er góð, gevandi og lættir um, bæði hjá eldri og yngri.

Við hesum hugleiðingum um skifti í aldri og um eldri í tøkniverð ??? fari eg at lýsa eldradagin settan.

Takk fyri

Bergun Kass

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder