
Í dag hevur bólkurin BEINIR givið sítt fyrsta staklag út ??????Drowning in melody??????. BEINIR er ein føroyskur pop bólkur mannaður av Beinir Troest Rasmussen á kassagittara og vokali, Benjamin Djurhuus á bassi, Bárður Petersen á elgittara og Eyðtór á Dalbø á trummum.
Í vár hevur bólkurin arbeitt við nýggjum tilfari og havt konsertir kring landið. Lagið ??????Drowning in melody??????, sum er viðheft niðanfyri snýr seg um, hvussu tónleikur kann fáa ein at ferðast úr trupla gerandisdegnum til ein tónleikaheim.
Lagið er framleitt í studio HEIMA, miksa og mastra av ??la Poulsen og útgivið av plátufelaginum Tutl.
BEINIR verður at hoyra bæði á G! festivalinum og á Summarfestivalinum.
Í dag kl. 16.00 hevur BEINIR útgávukonsert í Tutl handlinum í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald