Politikkur

Beinir spyr um Føroya Banka

...

2020-10-21 13:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninunm í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skrivligan fyrispurning um fiskiskapin á Føroyabanka.

Í viðmerkingunum verður víst á, at í 2008 bleiv tað steðgað fyri vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka fyri at verja toskastovnum. 12 ár eru gingin, og enn er bankin stongdur. Seinastu árini hevur royndarfiskiskapur verið á bankanum. Áhugavert hevði verið at fingið svar uppá, hvussu nógvur royndarfiskiskapur hevur verið trý tey síðstu árini, og hvussu úrslitið av tí hevur verið.
Eisini hevði verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir at lata Føroyabanka upp aftur fyri vinnuligum fiskiskapi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir túrar av royndarfiskiskapi hava verið á Føroyabanka í 2018, 2019 og 2020?
2. Hvørji vóru úrslitini av royndarfiskiskapinum í 2018, 2019 og 2020?
3. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at lata Føroyabanka upp aftur fyri vinnuligum fiskiskapi?
Beinir Johannesen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder