22 ára gamli klaksvíkingurin, Beinir Johannesen verður á komandi løgtingsvalið at finna á listanum hjá Fólkaflokkinum. Beinir er valevni hjá Huxa Fólkafloksungdómi.
Beinir arbeiðir til dagligt í fyritøkuni KBI, har hann er handilsleiðari. Eisini hevur hann umboðað Fólkaflokkin í Klaksvíkar Býráð, síðan hann bleiv valdur á kommunuvalinum í 2016. Umframt hetta er hann eisini í gongd við útbúgvingina HD, har hann er í holt við fyrra part á Glasi.
Stutt sigur Beinir, ???Eftir fleiri áheitanir, so havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið. Eg ynski arbeiða fyri einum borgarligum politikki til frama fyri borgara og vinnu. Millum míni hjartamál eru fiskivinnan, ið skal aftur til tryggar karmar, og eisini útbúgvingaøkið, har ynski er at gera tað meir áhugavert at útbúgva seg í Føroyum, og serliga at fara í læru.???
Framyvir fara vit at síggja Beinir skriva meir um síni hjartamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald