2020-08-21 09:25
Beinir Johannesen, løgtingsmaður, setti herfyri skriviligan fyrispurning um, hvussu nógvir landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og vinnufeløg rindaðu kringvarpsgjald fyri 2019, og um landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at gera nakað við tað.
Í svarinum boðar landsstýrismaðuin í mentamálum, Jenis av Rana, frá, at samgongan hevur ætlanir um at lækka gjaldið hjá smærru vinnufyritøkum.
Beinir sigur í stuttari viðmerking, at hann fegnast almikið um ætlanina, tí tað hann metir tað vera órímiligt, at smærri vinnufyritøkur skulu gjalda so nógv í Kringsvargjaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald