Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.
Bátabrúgvar verða gjørdar klárar eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til bátar, so sum el- og vatnveiting, trygdararútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.
Somu týðandi hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar, sum kunnu setast á økið í vikuna undan Bátastevnuni.
Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar í tveimum tjøldum, sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum.
Fríggjadagin 20. mai verður ymist undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum. Í minna tjaldinum verða hoppiborgir o.a. fyri børn. Um kvøldið verður tónleikur í stóra tjaldinum við Sámali Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen og Jóan Magnus Danielsen & Paula Magnussen.
Leygardagin 21. mai verður felags sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll vitjandi ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har felags sangur og harmonikutónleikur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu. Aftaná bjargingarroyndina verður kappróður, sokallaða ???ódnartakið???, har allar bátarstøddir kappast á stuttum teini, einans 150 metrar.
Leygarkvøldið undirhalda ???Shamrock??? við írskum fólkatónleiki í stóra tjaldinum. Síðan verður dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum og legendariska ???Countrybólkinum??? úr Klaksvík. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Signar í Homrum og Pállur Finnur Páll.
Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo um onnur tiltøk, bílegging av atgongumerkjum, bílegging av bátaplássum og plássum til kampingvognar v.m.
Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.
Bátastevnan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald