JN

Bassafestivalur í Sørvági í dag

...

2019-06-13 09:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin 13. juni kl. 17 verður Bassafestivalur hildin í Sørvági í sambandi við Country Festivalinum.

Á Bassafestivalinum undirheldur klovnurin BUBU og luttakarar úr Barnaprix fara at syngja. Á skránni verður eisini kanorógving, hestakaret, hoppiborgir, barnaspøl, fiskibrunnur og leitan eftir gulli. ??ll børn fáa ballón og gávu frá Bassa, og tey vaksnu kunnu hugna sær við einum kaffimunni.

Tiltakið er ókeypis og Bassi gleðir seg at síggja nógv børn úr øllum Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder