Í hesum døgum verða tit, veljarar, lokkaðir við alskyns vallyftum. ??ll valevnini rópa um kapp, fyri at tekkjast veljaranum. Tað hevði verið stuttligt at sæð, eitt roknistykki yvir øll vallyftini, sum er givin fram til dags dato.
Eitt, sum er átroknadi, uttan at tað skal kosta landskassanum, eru tillagingar av barsilslógini. Hóast tað er jaligt, at vit í dag hava eina barilslóg, sum tryggjar, at foreldur kunnu verða heima hjá sínum børnum, við løn, so hava vit tíanverri eina ov stirvna skipan, sum í alt ov stóran mun ræður yvir, hvussu barnafamiljur skulu innrætta sín gerandisdag.
Av samlaðu barsilstíðini, so gevur barsilslógin í dag mammuni 14 vikur í barsilsfarloyvi eftir barnsburð og pápanum 4 vikur. Írestandi vikurnar eru til deils. Ein onnur áseting er eisini, at barsilsfarloyvið skal verða tikið innan 52 vikur. Hetta er ein skipan, sum í alt ov stóran mun tekur frælsi frá familjuni, til sjálvi at kunna innrætta gerandisdagin, sum hann passar teimum best.
Vit hava eina skipan í dag, har ið løntakarar og arbeiðsgevarar rinda í barsilsskipanina, tískil skal tað eisini verða fólkið, ið ræður yvir hesum pengunum, og ikki eitt lóggávu vald, sum skal stýra familjulívinum niður í smálutir.
Barsilslógin skal dagførast, soleiðis at foreldrini sjálvi sleppa at ráða yvir, hvussu barsilstíðin verður brúkt. Foreldrini skulu sjálvi ráða yvir, hvussu vikurnar verða deildar teirra millum. Eisini skal tað vera møguligt at strekkja barsilstíðina yvir longri enn 52 vikur, umframt at tað skal vera størri smidleiki í skipanini, soleiðis at foreldur kunnu, um tey hava ynski til tess, átaka sær nakað av arbeiði, og soleiðis drýggja barsilstíðina nakað longri.
Lóggávuvaldið í Føroyum skal vísa familjunum ta virðing og álit, at tey duga best sjálvi at innrætta teirra gerandisdag, og tískil skal lógin um barsilsskipan eisini dagførast, soleiðis at familjan fær rásarúm at innrætta sín gerandisdag.
Ein atkvøða fyri mær og Fólkaflokkinum er ein atkvøða fyri eini dagførdari barsilsskipan, har ið familjan fær frælsi til sjálvi at velja, hvussu barsilstíðin skal nýtast.
Gott val øll somul!
Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald