Politikkur

Bárður spyr Høgna um sokallaðu fiskivinnunýskipanina

...

2018-09-18 16:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum um sokallaðu fiskivinnunýskipanina

Spurningar til landsstýrismannin:

1. Hvussu nógvir nýggir aktørar eru komnir inn í fyrsta lið í fiskivinnuni við nýggju lógini um sjófeingið?

2. Er landsstýrismaðurin nøgdur við gongdina, nú vinnuspírarnir selja seg út úr fiskivinnuni?

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur upp í saman tosað um, at eitt av høvuðsendamálunum við nýggju lógini um sjófeingið er, at øll skulu sleppa framat í fiskivinnuni. Nú lógin um sjófeingið hevur virkað, kunnu vit staðfesta, at tað ikki eru nógvir nýggir aktørar komnir framat í fyrsta liði í fiskivinnuni.

Nú um dagarnar síggja vit hvussu vinnuspírarnir, ið hava roynt at sloppið inn í vinnuna seinastu árini nú selja seg úr fiskivinunnuni og hópin av familjum missa sítt inntøkugrundarlag.

Landsstýrismaðurin hevur verið harðasti mótstøðumaður móti politiskari útlutan, tó er hann komin á betri tankar og útlutar nú menningarkvotur.

Menningarkvoturnar geva nýggjum aktørum møguleikar fyri víðari menning hjá hesum feløgum, eisini hjá teimum sum hava fingið kvotur á hvørjum árið síðan 2012 - við undantakið í 2016 - tá ið Landsstýrismaðurin ikki vildi útlutað politiskar kvotur.

Hann er nú komin á betri tankar og útlutar politiskar kvotur, eins og altíð hevur verið gjørt.

Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder