Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Boris Johnson, bretskur forsætismálaráðharri, eru samdir um at styrkja samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland. Á fundi í Downing Street nummar 10 fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir í Føroyum og Bretlandi samstarvið landanna millum. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein føroyskur løgmaður er á fundi við ein bretskan forsætismálaráðharra í Downing Street.
???Tað er einki at taka seg aftur í, at Brexit letur upp fyri nýggjum samstarvsmøguleikum millum Føroyar og Bretland. Tað er avgerandi, at vit troyta allar møguleikar, og ávirka á røttum stað, so vit fáa so góð viðurskifti sum gjørligt við Bretland. Fundurin við bretska forsætismálaráðharran er eitt greitt tekin um, at bretar raðfesta samstarvið við Føroyar. Tað er mín greiða fatan, at Føroyar fara at fáa eina sterkari samvinnu við Bretland, nú bretar eru á veg úr ES, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á fundinum í London fyrrapartin gjørdi løgmaður vart við, at Føroyar vilja breiðka handilssamstarvið við Bretland. Eisini umrøddu partarnir samstarv innan fiskivinnu, oljuvinnu og tænastuvinnu.
Bárður á Steig Nielsen greiddi eisini Boris Johnson frá, at tað komandi ár verður eitt 75 ára minningarhald í Føroyum í sambandi við, at bretska hersetingin undir seinna veraldarbardaga endaði.
???Føroyar og Bretland hava eina hendingaríka og spennandi søgu. Bretland er okkara nærmasti granni og nú ræður um at halda fram við at styrkja og menna gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi, heldur Bárður á Steig Nielsen.
Løgmaður nýtti høvi til at bjóða Boris Johnson at vitja Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald