2019-03-01 07:00
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag helt fyri kortum aðalfund, har nýggj nevnd bleiv vald. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Bárði Kass Nielsen sum nýggjum formanni.
Nýggja nevndin er hendan:
Bárður Kass Nielsen, formaður
Mannbjørn í Grund, næstformaður
Lasse Klein, nevndarlimur og kassameistari
Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur og umboð í Landsnevnd
Andrias Jacobsen, nevndarlimur og varamaður í Landsnevndini
Tróndur Ellingsgaard, nevndarlimur
Nýggi formaðurin sigur soleiðis um nýggju uppgávuna:
- Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at fara til verka. Nógv er á skránni, tvey val standa fyri durum, og verður tískil fari í holt við beinanvegin at fara undir fyrireikingar til hesi valini, sigur Bárður Kass Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald