Politikkur

Bárður Kass Nielsen stillar upp fyri Sjálvstýri

...

2019-07-23 11:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Bárður Kass Nielsen verður valevni til komandi løgtingsval. Bárður er 42 ára gamal, býr á Skála, og starvast sum fíggjarleiðari í Berglon samtakinum. Bárður er í løtuni varamaður á tingi fyri Sjálvstýri, og hevur havt sæti á tingi fleiri reisur farna valskeið.

Eitt av høvuðsmálunum ið Bárður ætlar at virka fyri, er at tryggja lunnar undir familjuni.

- Familjulívið fyllir alt ov lítið í føroyskum politikki. Sjálvstýri er av teirri greiðu fatan, at familjan er grundarsteinurin undir einum eydnusomum og væl skipaðum samfelagið, og tí er tað als ikki gott nokk, at tað nærum einki verður gjørt fyri, at betra um góð og sunn familjusambond.

Bárður vísir víðari á, at flokkurin farnu 4 árini hevur lagt fleiri ítøkilig uppskot fram á tingi ið hava hetta til endamáls, og at hetta er nakað sum hann fer at leggja stóran dent á í valstríðnum.

Vil styrkja um sambondini út um landoddarnar

Tað er ein sannroynd, at vit sum tjóð innflyta so at siga alt sum vit nýta, og útflyta so at siga alt sum vit framleiða. Tí metir Bárður tað vera alneyðugt, at føroyingar taka sæti í øllum sessum teir fáa tillutaðar í altjóða høpi.

- Neyðugt er, at hesir sessir vera fyltir av ábyrgdarfullum og sjálvstýrissinnaðum røddum, ið ynskja at arbeiða fyri at vinna Føroyum uppaftur betri kor í stóru verð. Bæði tá talan er um vinnulig rættindir, handilsavtalur, sjúkuviðgerðir, fakligt samarbeiði, fyribyrgjandi átøk, umhvørvispolitikk o.a. Samstarv er vegurin fram, sigur Bárður.

Ein sterk sjálvbjargin føroysk tjóð

Tá tað kemur til tjóðskaparspurningin, vil Bárður virka fyri, at allar avgerðir ið viðvíkja okkum, skulu takast av eini sjálvbjargnari føroyskari tjóð.

- Sjálvstýri er hvørki ein sambandsflokkur ella ein loysingarflokkur. Hinvegin eiga vit at styrkja og víðarimenna samstarvið við onnur lond, samstundis sum vit tryggja okkum, at allar avgerðir ið viðvíkja okkum, skulu takast av eini sjálvbjargnari føroyskari tjóð, og ikki nøkrum øðrum, sigur Bárður at enda.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder