2019-09-13 12:38
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, segði beint nú við miðlarnar at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fara at skipa samgongu.
Bárður á Steig Nielsen fór klokkan 11 á fund við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um har nakað at koma eftir at skipa samgongu. Bárður fekk stutta freist frá Páll á Reynatúgvu, tingformanni, tí klokkan 13 skuldi Bárður siga honum hvat og hvussu.
Nú eftir tann fundin kann Bárður á Steig Nielsen staðfesta at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipa samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald