Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera lógaruppskot,sum tryggjar, at okkara ungu fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum.
Uppskotið verður lagt fram í morgin, hósdagin 7. mars.
Viðmerkingar
Vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi eru útbúgvingarstovnar ókeypis fyri næmingin. Um ein gongur á Glæsi, er skúlagondin ókeypis, og eisini fær næmingurin lestrarstuðul. Um ein seinni fer á Fróðskaparsetrið, er sama galdandi.
Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa til skipsførara ella maskinmeistara, fær eisini skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina. Soleiðis kundi ein hildið fram at nevnt ókeypis skúlar.
Men um ein ungur vil til skips, er krav at hava trygdarskeið. ??ll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn tey sleppa at mynstra. Men nú kemur ein stór rokning. Sitandi samgonga hevur longt um tíðina, sum trygdarskeiðið er, og somuleiðis er rokningin hækkað.
Um ein ungur vil til skips, skal hann rinda 6.500 kr fyri at sleppa á skúlabonkin, sum landið krevur av honum.
Hví skulu sjófólk verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina. Tað er ikki rímiligt. Tí verður skotið upp, at okkara ungu fáa ókeypis Trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum. Vit eru hóast alt ein fiskivinnutjóð.
Í dag eru summir fólkaskúlar, sum bjóða næmingunum ókeypis ella partvíst ókeypis trygdarskeið. Spurningurin er, um ikki allir skúlar skuldu verið álagdir at bjóða næmingunum ókeypis trygdarskeið.
Seinnu árini hevur mangan verið trupult hjá fiskiskipum at fáa manning. Kravið um, at áhugaður skal hava lokið dýrt trygdarskeið, áðrenn mynstrast kann, eigur sín lut í trupulleikanum.
Uppskotið merkir eina útreiðslu fyri landið. Men tá hugsað verður um, at sitandi samgonga hevur fleirfaldað tilfeingisgjaldið, so fiskivinnan í ár skal rinda 300 milliónir kr. í landskassan, so er tað ikki meir enn rímiligt, at partur av hesum peningi fer til at geva okkara ungu ókeypis trygdarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald