Politikkur

Bankaræningin skal steðgast

...

2021-02-22 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bankaræning skal steðgast


Ein bankarænari plaga vit at siga um ein, sum rænir pening úr bankunum. Men nú er tað næstan vorðið øvugt, tí nú taka bankar pening frá viðskiftafólkunum.

Tað er lógarkrav, at løn og annað skal gjøgnum peningastovnar, og tí eru fólk noydd at hava ein peningastovn.

Men nú skulu vit rinda fyri at taka pening út, flyta pening, og nú eisini fyri at spara upp. Tað er púra burturvið.

Eg las onkrastaðni, at ein fíggjarserfrøðingur segði, at vanlig húsarhald eiga at hava eina uppsparing á hundrað túsund um onkur verður sjúkur, missur arbeiði ella okkurt annað óvæntað stingur seg upp.

Men bankarnir revsa nú fólk fyri at spara upp.

??tlar tú at keypa hús, skal tú hava eginpening. Men hava eini ung hjún spart sær upp, verða tey revsaði við rentu frá bankanum.

Hevur ein handverkari spart upp fyri at hava eina trygga lítla fyritøku, so verður eisini hann revsaður.

Spara fólk upp fyri at hava okkurt at standa ímóti við, verða tey revsaði.

Eg veit, at bankar skulu tjena pengar, men vanlig fólk mugu kunna spara upp uttan at verða revsaði.

Hetta kann ikki halda fram. Politiska skipanin má inn, at verja fólkið.

Beinta Løwe, tingkvinna
Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder