JN

Bakteriur í vatninum í Kollafirði

...

2015-08-07 23:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kommunalar vatnkanningar vórðu gjørdar í Kollafirði í gjár 6. august. Royndir vórðu tiknar norðuri í Sundum, á Miðgerði, við Sjógv, á Langasandi, á Oyrareingjum og á Signabø.


Við Sjógv og á Langasandi var vatnið reint, meðan koliformar bakteriur vórðu funnar í hinum støðunum. Ongar E-coli bakteriur vórðu staðfestar.

Leitað verður eftir orsøkini til dálkaða vatnið og fleiri royndir verða tiknar. Boðað verður frá tá vatnið aftur er reint, verður sagt frá Vatnverkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder