JN

Avmarkið konfirmatiónsvitjanirnar

...

2020-09-08 16:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ein øktur smittuvandi, tá fólk fara úr einari konfirmatión í aðra. Tí heita Landslæknin og Pál Weihe, serlækni, nú í felag á øll um at vísa serligt varsemi í samband við tær mongu fermingarnar, sum vera komandi tíðina.

Koronasmitta er enn í okkara grannalondum, ikki minst í Keypmannahavn, og tí eiga vit at vera serliga varin, tá vit koma saman til eitt nú konfirmatiónsveitslur.

Vit skulu tí minna á, at serliga í veitslulag eiga fólk at minnast til tilmælini um at halda frástøðu uppá í minsta lag 1 metur og 2 metrar, tá sungið verður. Harumframt at hava gott handreinføri t.d. við spritting. Nøkur góð ráð til smittufyribyrgjandi átøk í samband við konfirmatiónir kunnu lesast her.

Avmarkið vitjanirnar

Fólk eiga at minnast til, at tey sum ganga frá veitslu til veitslu økja um vandan fyri at gerast smittuberarar. Tí verður mælt til at avmarka talið av vitjanum.

Eisini skulu vit minna á, at tilmælt er enn, at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman á sama stað. Tað merkir, at í mesta 100 fólk kunnu verða savnað á einum stað, og tað er við frástøðu. Tað eru tó tey fægstu sethúsini, sum rúma hesum, tá tað skal í minsta lagi vera ein metur millum hvørt fólkið - og tveir metrar, um tað verður sungið.

Ferðandi kunnu ikki koma beinleiðis í konfirmatión

Gestir úr útlandinum eiga at kanna seg 6. dag, áðrenn tey fara í mannamúgvur.

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroyar eru soleiðis, at í tíðini millum fyrstu og aðru kanning, eiga ferðandi at vísa serligt varsemi. Hetta merkir millum annað, at tey ikki eiga at fara, har nógv fólk savnast. Tískil eiga ferðandi ikki at fara í konfirmatiónir, veitslur ella støð, har nógv fólk savnast, og har tað kann vera torført at halda frástøðuna.

Fleiri og fleiri tilburðir verða funnir á flogvøllinum. Leystliga hevur Pál Weihe, serlækni, mett, at tað kunnu vera heilt upp til ein fimti partur av teimum, sum fáa negativt kanningarúrslit við komu, sum síðani fáa positivt kanningarúrslit seks dagar seinni. Tí er tað sera umráðandi, at ferðandi vísa serligt varsemi, til hesi hava fingið kanningarúrslitið frá aðru kanningini.

Tað er umráðandi at øll, sum kenna seg sjúk, halda seg burtur frá veitlsum ella samkomum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder