Á Fugloynni eru tvær lendingar, í Hattarvík og á Kirkju. Seinastu munagóðu íløgurnar, sum vóru gjørdar fyri at betra um lendingarviðurskiftini í Hattarvík, vóru framdar í 80 árunum og á Kirkju í 2002-2003. Áhaldandi viðlíkahald er so at siga einki gjørt síðani hesar íløgur vóru framdar og nú eru lendingarviðurskiftini út av lagi vánaligar fyri skip, fólk og farm.
Her má okkurt munagott gerast beinanvegin, tí í fleiri førum er talan um beinleiðis vandamikil viðurskftir, sum ikki kunnu góðtakast. Raðfestingarnar mugu broytast og fokus eigur at verða sett á lendingarviðurskiftini hjá øllum útoyggjum. Í ferðavinnuhøpi eru miðøkini í Føroyum í fleiri førum ???mainstream??? ferðavinnumál fyri útlendingar og ferðafólk annars, ímeðan okkara gimsteinar, nevniliga útoyggjarnar, eru fyri vanrøkt.
Játtanin, sum Landsverk umsitur viðvíðkjandi stuðli til infrakervi er áleið 700 túsund krónur árliga, og skal hetta býtast millum allar útoyggjar. Tað dugur ein og hvør at skilja, at her er alt ov lítið at gera gott við og raðfestingarnar til okkara útjagara eru so at siga als ikki til staðar. Viðv. leistinum um eitt avloysaraskip til 32 milliónir, so haldi eg, at tíðin er komin til at raðfesta meiri framskygd, tí um nøkur fá ár, verður koyrandi til Sandoyar og um nøkur ár fleiri, allarhelst til Suðuroyar eisini. Hetta leysgevur verandi skip, sum røkja hesar leiðir og hava vit sostatt nøktandi skipaflota til avloysing.
Tær 32 milliónirnar vóru nógv betri nýttar til dagføring av viðurskiftinum á teim farleiðum, sum allarhelst ongantíð fáa fast vegasamband og har hugsi eg um Fugloynna, Svínoynna, Mykines og evt. eisini Nólsoy. Oyggjar sum Hestur og Skúvoy eiga ein sjálvsagdan part, at verða knýtt í eitt tunnilskervi og um man ikki ætlar tað, eigur man at takað hesar oyggjar við eisini.
Símun Gullaksen, varaborgarstjóri.
Fugloyar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald