
Almannaverkið søkir eftir leysum avloysarum til dag- og umlættingartilboð í Sandavági.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurar eru millum annað at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá borgarunum, veita stuðul og venja førleikar, soleiðis at borgararnir kunnu fáa ein mennandi og gevandi gerandisdag. Arbeitt verður eftir einum rehabiliterandi leisti í tøttum samstarvi við ymsar fakbólkar.
Um størvini
Talan er um leys avloysara størv, til setan skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tvs. í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
Førleikar
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, námsfrøðingum, ergoterapeutum ella fysioterapeutum. Um eingin við útbúgving søkir, kann hjálparfólk vera sett. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.
Væntanir
Tað er umráðandi at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á at veita borgarunum eina góða tænastu. Væntað verður, at tú dugir væl at skipa ein gerandisdag saman við borgarunum. Somuleiðis vænta vit, at tú gevur borgarunum íblástur og ert motiverandi, at tú kanst skapa trivnað, ert fleksibul og rúmligur av lyndi. Væntað verður, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og ert sálarliga og likamliga væl fyri.
Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Væntað verður, at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.
Um Eind 4
Alt virksemið hjá Almannaverkinum í Vágum er skipað undir Eind 4 í Trivnaðardeplinum. Eindin veitir tilboð til fólk við sálarsjúku, fólk við autismu og til fólk sum hava seinheilaskaða.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.
Umsókn
Tú søkir starvið við at klikka á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19.03.2020 kl 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald