Vinna

August Gabriel Wang er settur sum adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya

...

2020-03-24 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Royndi psykiatarin, August Gabriel Wang, verður nú adjungeraður professari á Setrinum.Hann hevur havt eitt sera virkið arbeiðslív bæði í Føroyum og uttanlands, sum hansara CV eisini ber boð um.Serligu granskingarøkini hjá Augusti eru ílegugransking í sálarsjúkum og fyribyrging av sjálvmorði. 

Tá August Gabriel Wang fylti 70 ár, skrivaði familjan eina føðingardagsheilsan til hansara.Hon kann lesast her. 

Vit bjóða Augusti Gabriel Wang hjartaliga vælkomnum sum adjungeraður professari her á Fróðskaparsetrinum.Kelda: Setrið.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder