Vinna

Atlantsfarið siglir inn við 900 tonsum

...

2014-11-17 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atlantsfarið, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hetlandi, fór í nátt at sigla inn við 900 tonsum av makreli.

Atlantsfarið hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru úr Føroyum leygarmorgunin.

Tað er góður makrelur skipini fáa.

Vit vita ikki í løtuni hvar Atlantsfarið skal landa.

Atlantsfarið verður í Føroyum seinnapartin ella tíðliga í kvøld.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder