JN

ATLANTIC MISSION - norðanfjørðs

...

2020-03-05 10:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er í ár tíggjunda missiónsferðin, hjá Atlantic Mission við Juvél II. Fyrsta ferðin varð gjørd í mai mánaða í 2011, tá farið var til Hetlands. Hesi nýggju árini, sum eru gingin síðani tá, hevur Atlantic Mission við Juvél II vitjað á mongum støðum í Norður Atlantshavi.

Í 2014 varð vitjað Sunnanfjørðs í Føroyum, har oyggjarnar Nólsoy, Hestoy, Sandoyggin og Suðuroyggin vóru vitjaðar. Nú eru 6 ár liðin síðani, og tað hevur leingi ligið í kortinum at gera eina vitjan Norðanfjørðs í Føroyum.

Avgerð er tikin í nevndini fyri Atlantic Mission at vitjað verður Norðanfjørðs í døgunum 21 apríl til 03 mai í ár. Bygdirnar, sum verða vitjaðar eru í hesi raðfylgju: Í Nólsoy, í Kaldbak, í Hósvík, í Kollafirði, í Miðvági, í Vestmanna, í Haldórsvík og á Eiði.

Faldarar verða sendir í hvørt hús, har kunnað verður um møtir, barnamøtir, vitjanir umborð og tíðirnar, tá skipið kemur í havn. ??tlanin er, sum hevur verið vanligt aðrastaðni, at hava almennar móttøkur, tá skipið kemur í havn, har borgarstjóri ella annar almennur persónur tekur ímóti.

Avtalur verða eisini gjørdar við skúlar og lærarar á øllum støðunum, har lærarar og næmingar verða bodnir umborð. Tá verður kunnað um arbeiði hjá skipinum og hjá Atlantic Mission.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder