
Atlantic Airways: FLOGFERÐSLAN TIL OG VIÐ 13. APRÍL 2020
Nú myndugleikarnir hava gjørt allan heimin sovevnd reyð og gulreyð øki, er støðan tikin til at flogferðslan verður nógv skerd næstu tíðina eftir tilmælum og vegleiðingum frá almennu myndugleikunum, sum vit hava tætt samstarv við í hesi serligu støðu.
FL??GVING TIL KEYPMANNAHAVN
Túratalið á farleiðunum til Danmark verður nógv avmarkað. Pláss verða sett av til neyðugan heilsuflutning og stavsfólk, ið starvast utannlands. Soleiðis tryggja vit neyðugt samband millum Føroyar og umheimin til frama fyri heilsuverk og vinnulív. Fyribils er flúgvingin skerd til og við 13. april 2020. Júst hvussu flogið verður til Keypmannahavn kunna vit um skjótast til ber.
Tað verður IKKI flogið til hesi ferðamál til og við 13 apríl 2020:
Reykjavíkar Bergen Edinburgh París Billund Alborg Gran Canaria
Í løtuni er støðan tann at okkara fremsta uppgáva er at fáa teir føroyingar ið eru staddir uttanlands heim. Tí flúgva vit ein túr afturat til nøkur av okkara beinleiðis ferðamálum har nógvir føroyingar eru staddir fyri at fáa teir heim aftur so trygt sum gjørligt.
Mánadagin 16. mars:
Reykjavík -Bergen -Edinburgh - Billund
Týsdagin 17. apríl:
Gran Canaria
Ferðafólk til/úr París mánadagin 16. mars verða umbókað.
GG!Allir persónar, sum koma til Føroya, verða biðin um at fara í sóttarhald heima. Les meira um sóttarhald heima: Les meira á heimasíðuni hjáHMR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald