
Sum fríyrkis-flogterna/tænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2020.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum, Keypmannhavn ella Billund og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur ??? tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
KR??V
Fyri at søkja starvið sum flogterna/tænari skalt tú:
- vera minst 21 ára gamal/gomul
- hava miðnámsskúlaútbúgving
- duga at samskifta á føroyskum, minst einum skandinaviskum máli og á enskum
- hava góða heilsu, vanliga sjón, megna at svimja 200 metrar og kunna verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi
- hava reina revsiváttan
SETAN
Setanarsamrøður verða í februar 2020, og verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildagsskeið í Føroyum, í viku 10, 11 og 12, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í apríl, mai og juni ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðir og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki er eisini fyri, at tú fert at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2020. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum, Keypmannhavn ella Billund. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinuovasta á [email protected] ella á tlf. 22 01 32 ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara á [email protected] ella á tlf. 21 37 02.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkisflogterna ella -tænari, send okkum eina umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til [email protected]
Umsóknarfreistin er tann 27. januar 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald