
Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri roknskapardeildini hjá Atlantic Airways? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Sum roknskaparleiðari fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Høvuðsuppgávurnar hjá roknskapardeildini eru at taka sær av roknskapinum, bókhaldinum, lønaravrokning og avrokning av ferðaseðlum hjá felagnum. Deildin hevur eisini roknskapin hjá Hotel Atlantic P/F og DutyFree P/F um hendi. Nógvar ymiskar kt-skipanir eru á deildini, sum roknskaparleiðarin hevur ábyrgd av og skal hava innlit í. Roknskaparleiðarin vísir til fíggjarstjóran, og á deildini arbeiða fimm starvsfólk.
Tað verður tín uppgáva??????
at gera mánaðar- og ársroknskap
at gera útgreiningar/frágreiðingar
at gera rapporteringsmannagongdir og -skipanir
at tryggja optimalar arbeiðsgongdir á deildini
at tryggja framhaldandi effektivisering á økinum
at hava eitt vakið eyga við fíggjarligu gongdini hjá felagnum
at gera vanligt roknskapar/bókhaldsarbeiði
Um teg
Tú ert arbeiðssamur/som og ágrýtin
Tú hevur jaligan hugburð og góð samstarvsevni
Tú hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
Tú hevur vitan og útbúgving innan roknskap og bókhald
Tú hevur eina analytiska tilgongd og yvirlit
Tú hevur nøktandi royndir við roknskaparskipanum
Tú hevur møguliga royndir við grannskoðaraarbeiði, tó eingin treyt
Setan
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi: 30. august 2020.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra á tlf. +298 213703 ella Elina Sigvardsen, HR leiðara á tlf. +298 213702 ella við telduposti á [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald